6:
Av tí at hon einaferð hevði elskað hann, vísti hon honum náði. “Eg skal geva tær tveir møguleikar,” segði álvagentan. “Um tú velur at gifta teg við menniskjakvinnu, kanst tú antin liggja lík í morgin, ella tú kanst liggja illa sjúkur í sjey langar vetrar á rað. Hvat velur tú, Ólavur?”
Ólavur hugdi at henni, har hon stóð ísakøld, og skilti, at onki var hjá honum at gera, og at hesar vóru avleiðingarnar av gerðum hansara.
“Tvinnir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur,” segði hann tunglyntur. “Ringt er at liggja so nógv ár sjúkur. So vil eg heldur fara til jarðar í morgin.”














