10:
Í hesi løtu kom pápi Ólav eisini út, og loftaði Ólavi, júst áðrenn hann fall til jarðar. Ólavur visti, at tað nyttaði ikki at lúgva fyri mammu síni, og viðgekk loyndarmál sítt og segði teimum, at hann hevði verið hjá álvunum. Hann bað pápan fara eftir presti, so hann kundi fáa synd sína fyrigivna, áðrenn hann doyði. Hann bað mammuna vera undir lið síni, tí leingi hevði hann ikki eftir at liva. Stutt eftir midnátt doyði Ólavur í ørmunum á mammu síni. Trúlovaða hjá Ólavi var vitleys og máttleys av sorg og skomm, og megnaði ikki vera í sínum egna kroppi.














