4:
“Tær nýttist ikki at flætta títt hár fyri mær,” segði Ólavur við sorgarbundnari rødd.
Ólavur hugdi sorgarbundin upp á hana, og hon visti, at okkurt álvarsligt var á vási.
“Ert tú ikki komin at biðja um hond mína,” spurdi hon ovfarin og illtrúgvin. Tungur í huga svaraði hann henni: “Nei, eg eri ikki komin at biðja um hond tína, tí eg skal giftast einari menniskja- kvinnu í morgin.” Gleðisbráið á álvagentuni hvarv av andliti hennara, og tað gjørdist kalt. Ólavur hugdi sorgarbundin at henni og segði, at hann var komin at siga farvæl, tí hann kundi ikki longur hjá álvum vera.














