2:
Ólavur reið eftir bjørgunum fram, gjøgnum tunga mjørkatámið. Komin langt niðan í fjøllini klárnaði brádliga fyri honum, og ein álvaheyggur kom til sjóndar í táminum. Nú var hann komin hagar, hann skuldi, og steig av hesti sínum, og gekk tungur í huga fram, og stillaði seg frammanfyri stóra gróthellið at bíða eins og hann var vanur. Brádliga byrjaði eitt stórt skalv av ljóði at runga úr hellinum, og hellissteinurin lat seg nú upp. Úr hellinum kom fram ein vøkur álvagenta við stórum syngjandi og dansandi veitsluliði aftaná sær. Álvagentan og fylgi hennara vóru øll veitsluklødd, og tað tóktist eins og ein stór veitsla skuldi standa eins og á garði Ólavs.














