3:
Brosandi kom álvagentan til Ólav, og beyð honum vælkomin og fevndi hann og segði honum, hvussu nógv hon hevði glett seg til at síggja hann aftur. Hon vísti honum sítt síða hár, ið á herðunum lá, ið hon hevði flættað til høvið.
Álvagentan var vís í, at Ólavur var komin at biðja um hond hennara. “Kom og dansa og kvøð fyri okkum,” bað hon Ólav, og tók í hond hansara, og royndi at fáa hann upp á gólv í ringin við teimum, men Ólavur flutti seg ikki og skrykti hondina til sín. Álvagentan legði brádliga merki til, at okkurt var áfatt. Ivasom spurdi hon, um tað var nakað, ið bagdi, og við tungum huga fekk hann loksins orðið fram.














