Privatlívspolitikkur

Dátuverndarkunning fyri viðskiftafólk

Endamálið við hesum politikki er at lýsa hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. 

Dátuábyrgdari

Regin Olsen er dátuábyrgdari. 

Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:

Regin Olsen

regin@borg.fo

Tlf: +298 237274

Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, er tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum. 

Innsavning av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.

Vit savna persónupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.

Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við:

    • Stovna konto hjá Borg
    • Keyp av vørum
    • Útkoyring

Fyri at levera vørur, viðgera og upprætta eina konto hjá Borg, so mugu vit savna inn upplýsingar frá tær: Navn, adressa, telefonnr, mailur, bankaupplýsingar

Um tú setur teg í samband við okkum umvegis okkara kundatænastu, teldupost, telefon ella á annan hátt, so savna vit persónupplýsingar um teg, soleiðis at vit kunnu svara tínum fyrispurningi. Tað kann vera navn, teldupost og/ella telefonnummar. 

Serlig flokking av persónupplýsingum (viðkvæmir upplýsingar)

Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar. 

Hvussu leingi goyma vit tínar persónupplýsingar? 

Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið tíni dátu eru skrásett og verða brúkt til. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. 

Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í samband við at uppfylla okkara skyldur í mun til roknskaparlóggávuna.

Víðarilatan av persónupplýsingum 

Vit deila í ávísum førum tínar persónupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.

 

Samstarvspartar og KT-veitarar

Vit nýta eina røð av KT-tænastum og -skipanum. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónupplýsingar. Summar av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum, sum t.d. Aspect4. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveit í samband við slíkar dátuflytingar.

Tíni rættindi 

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum:

Rætt til at afturkalla eitt samtykki

Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónupplýsingar, sum var grundað á samtykki.

Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Rætt til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast rundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Rætt til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.

Rætt til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar peronsupplýsingar í serligum førum.

Rætt til mótmæli

Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætt til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjað.

Rætt til dátuflutning

Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Samband og kærumøguleikar 

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis: 

Teldupostur: borg@borg.fo

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.