11:
Eftir longu deyðsnáttina reis sólin, og trý lík vórðu borin av garði Ólavs, tá hanin gól. Fyrsta var líkið av Ólavi, eftir hann líkið av trúlovaðu hansara. Hitt síðsta líkið var móðir hansara.
Trúlovaða hansara lat lív av skomm, og av at æra hennara var so illa meidd, og sorgin hjá mammu Ólav var so tung, at hon ikki megnaði hana at bera. Tann dagin,sum skuldi verið brúdleyp hansara, fóru í staðin trý prúð lík úr garðinum hjá Ólavi Riddararós.














