Tað er nakað heilt serligt at grilla
Tey longu hugnaligu summarkvøldini á terrassuni saman við familju og vinum. Angin og smakkurin bera brá av, at tað er summar. Men tað at keypa eina grill, er ikki bara sum at siga tað. Skal tað vera skjótt og lætt, er gassgrillin kanska akkurát nakað fyri teg. Ert tú meira til tað siðbundna, er tað kanska kolgrillin tú skalt hava.
Líkamikið hvat tú velur, hava vit hjá Borg eina rúgvu av bæði gass-, kol- og elgrillum í alskyns støddum. Eisini hava vit eina ørgrynnu av tilhoyri til grillina.Her kanst tú lesa eitt sindur meira um tey ymisku grillsløgini, og fáa eitt sindur av íblástri til títt val. Tú ert sjálvsagt eisini vælkomin at støkka inn á gólvið í eini av okkara deildum.