Tá tú grillar, er trygdin sera týdningarmikil. Her fært tú nøkur góð ráð, um hvussu tú skal bera teg at, tá tú grillar við kol.
Hugsa um trygdina
- Set grillina á eitt støðugt, brandtrygt undirlag sum t.d. flisar ella asfalt.
- Set aldrin grillina á gras, træterrassu, ella tætt við træverk, um tað er ov turt
- Brúka grillstartara. Tá hevur tú tamarhald á kolinum
- Brúka ikki eldfiman løg, men ístaðin tendriblokkar
- Kunna teg um veður og vind, áðrenn tú tendrar
- Hav altíð eina spann av vatni nærhendis
- Grilla bert uttandura, og hav eyguni við grillini allatíðina
- Tryggja tær at grillin er slóknað, áðrenn tú fert frá henni. Lat øskuna liggja í grillini náttina yvir, áðrenn tú beinir hana burtur
- Stoyt øskuna í eina metalspand, fyri at tryggja tær at gløðurnar eru slóknaðar