This is custom heading element
Kolgrillin er til tann eldhugaða grillmeistaran, ið vil hava tann upprunaliga roykta grillsmakkin í matinum.
Klassikarin. Ektaður grillsmakkur. Hetta er nokk tað fyrsta tú hugsar um, tá tú hugsar kolgrill. Og tað eru mong, ið dáma betur kolgrillina, júst tí at hon gevur tann góða roykta smakkin.
Vel kolgrill, tá tú hevur tíð
Kolgrillin er til tín, ið hevur tíð og tol at grilla.
Tað tekur umleið 20 minuttir at gera ein kolgrill klára. Kolið hevur tá ein gráligan lit, og er klárt. Bíðitíðina kanst tú brúka uppá seinastu fyrireikingarnar, sum at krydda matin, dekka borð og annað.
Tann rætti grillsmakkurin
Tá kjøtið er lagt á grillina, fært tú bæði kensluna og angan av ektaðari grilluppliving. Angin frá grillini vekir smakkleykirnar.
Og tað er júst angin og smakkurin, sum fær summi at velja kolgrillina fram um onnur sløg av grill. Vilt tú hava tann klassiska roykta smakkin, er kolgrillin hon tú skalt velja. Tann serligi smakkurin kemst av einari blanding nógvum hita og feitti, ið dryppar av kjøtinum og niður á tað glóðheita kolið.
Kolgrillin er til tín, ið vilt hava tann roykta smakkin, og hugnan við at grilla. Tú leggur ikki so nógv í um maturin kanska verður eitt sindur snerktur. Hjá tær snýr tað seg um hugnan og tað ektaðu grillupplivingina.
Fleiri ymisk sløg av kol
Kolgrillin gevur tær nakrar møguleikar, sum tú møguliga ikki hevði hugsað um áðrenn. Tú hugsar kanska at kol er bara kol. Í USA ganga tey høgt uppí at velja júst rætta slagið av koli, sum hóskar til tað kjøtið, ið skal á grillina. Tú kanst royna teg fram við ymiskum sløgum. Hygg eftir CE-merkinum, fyri at tryggja tær at kolið livir upp til krøvini um góðsku og brennitíð.
Til tín, ið vil grilla uppá tann gamla mátan
Í stuttum kunnu vit siga, at kolgrillin er til tín, ið ikki bara grillar fyri at grilla. Til tín sum vik hava tann eyðkenda roykta smakkin og angan. Og til tín, ið vil savna vinir og familju til hugnaliga matgerð.
Vilt tú vita meira um gassgrill ella el-grill, kanst tú lesa meira um tær her.Weber kolgrill