This is custom heading element
El-grillin er til tann umhvørvistilvitaða. El-grillin er løtt at brúka, og er skjót at hita.
Skal tað vera lætt og lagaligt, er el-grillin kanska rætta loysnin til tín. Her skalt tú ikki hugsa um gass ella kol. Tað einasta tær tørvar, er ein stikkkontakt, og tú ert til reiðar at grilla. Í roynd og veru er klárt at grilla, so skjótt tú hevur pakka grillina út, og sett stikkið í.
Tú hugsar kanska at úrslitið ikki verður gott, um tað er so skjótt og lagaligt. Men tær nýggjastu el-grillirnar levera eitt frálíkt úrslit, tá hugsa verður um hvussu lætt tað er.
Ein annar fyrimunur er, eins og við gassgrill, at tú hevur fult tamarhald á hitanum. Tú skrúvar upp og niður fyri hitanum, eins og við einum vanligum komfýri.
Einasti vansin við el-grillini er, at hon blívur ikki eins heit og ein gass- ella kolgrill. Men hevur tú ikki sama tørv, ella kanska ikki nógv pláss, er el-grillin tað lættasta valið. So ert tú altíð til reiðar at grilla.
Vilt tú vita meira um gassgrill ella kolgrill, kanst tú lesa meira um tær her.