Skalt tú sjálv/ur leggja gólvið har heima, er tað umráðandi at tú fyrireikar teg væl. Tí hava vit savnað nøkur góð ráð til, hvussu tú leggur gólvplankar. Hesin listin av einføldum, yvirskipaðum ráðum ger, at tað er lættari at leggja gólvið og úrslitið verður bæði flottari og sterkari.
Syrg fyri at undirlagið er slætt og turt
Tá tú skalt leggja títt nýggja gólv, hevur tað týdning at undirlagið er slætt og turt.
Lat gólvið laga seg til fyrst
Áðrenn tú leggur gólvið, skulu plankarnir liggja í rúminum í minsta lagi 48 tímar, fyri at laga seg til hitan. Gert tú ikki hetta, kann alt títt harða arbeiði við at leggja gólvið fara fyri skeytið.
Sortera brettini
Tú fært besta og mest einsháttaða gólvið við at leggja gólvbrettini eftir útsjónd. Træ er ein náttúrvøra, og tí fer av nátúrligum ávum at vera variatión í liti og útsjónd. Gev tær tí far um, hvørji bretti liggja saman.
Lat ljósið fella eftir longdini á gólvplankunum
Gólvið verður flottast, um ljósið fellir eftir longdini á plankunum.
Legg gólvið eftir longdini á rúminum
Í gongdum og longum, smølum rúmum eigur tú at leggja plankarnar, so teir liggja eftir longdini á rúminum.
Hvussu sagi eg plankarnar til?
Sagar tú plankarnar við einari hondsag, eigur tú at saga við mynstrinum uppeftir. Sagar tú við el-sag, skal mynstrið venda niðureftir.
Myrk gólv geva minni rúm, ljós gólv geva størri rúm
Velur tú myrkt gólv fer rúmið at tykjast minni og fjálgari, meðan ljóst gólv ger rúmið størri og lættari.
Lat fótlistar og gólv vera líka
Tá listar og gólv líkjast í stíli, fær rúmið ein størri samanhang.
Ansa væl eftir gólvunum
Gólvini halda sær best, um tú ansar eftir teimum. Eitt nú kanst tú leggja eina mottu við dyrnar og seta filtproppar undir stólabein.
