Urban-Hald og Borg gjørt samstarvsavtalu
Eigarnir og stovnarnir av Urban-Hald, Daniel Urbaniak og Lasse Hald, vóru í Føroyum fyrst í juni og heilsaðu uppá leiðsluna hjá Borg, har teir sýndu ymiskar vørur fram. Teir greiddu frá hvussu vøran verður nýtt í praksis og undirskrivaðu eina samstarvsavtalu. Timburdeildirnar hjá Borg luttóku í hesari framvísingini, fyri at hava møguleika at vegleiða kundum okkara á bestan hátt. Vit í Borg eru sera errin og spent til samstarvið, sum vónandi kemur at beina veg fyri Urban-Hald til føroyska marknaðin.
Ein vøra vit serliga hava lagt okkum eftir frá Urban-Hald, er teirra mikrosement, sum er lætt at arbeiða við, góð góðska og prísvinaligt. Mikrosementið kann millum annað brúkast til:
- Gólv í húsum, íbúðum, kontórum, matstovum og líknandi
- Gólv og veggir til baðirúm
- Loft
- Prýðing av veggjum
- Sum endalig viðgerð av møblum og borðplátum
Á heimasíðuni hjá Urban-Hald finnur tú eisini góð vegleiðandi filmsbrot, har teir vísa hvussu ein lætt kann nýta mikrosementið. Eisini ber til á teirra heimasíðu at rokna seg fram til, hvussu nógv ein skal brúka av teimum ymisku vørunum fyri at røkka á mál. Til ber at lesa meira um Urban-Hald á leinkjuni her.
Um hetta hevur tín áhuga, so er enduliga at seta teg í samband við eina av okkara timburdeildum.