30. januar 2026 var árligi starvsfólkadagurin hjá Borg verið, og sum vant heiðraðu vit tey, ið hava havt rundan og hálvrundan starvsdag í 2025. Rodmundur Nielsen, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri drúgva tænastu við vón um fleiri ár afturat. Tey fingu øll hvør sítt blómutyssi og gávu frá Borg.
10 ára starvsdag høvdu Anna Kristiansen og Dan Højgaard, 15 ára starvsdag hevði Kristian Gunrim, 20 ára starvsdag hevði Rodmundur Nielsen, og 25 ára starvsdag hevði Regin Olsen. Kaj Højgaard hevði ikki minni enn 60 ára starvsdag![]()
![]()
Starvsfólkadagurin varð hildin í nýggja sera stásiliga húsarhaldsskúlanum Rótini í Klaksvík.



