STARVSFÓLK TIL
REINGERÐ OG LÆTTARI MATGERÐ
Til deildina í Klaksvík leita vit eftir einum starvsfólki, hvørs uppgáva verður
at gera reint umframt at borðreiða ein lættan miðmála til starvsfólkið.
Arbeiðstíðin er uml. 20-25 tímar um vikuna, mána- til fríggjadag.
Vit kunnu bjóða eitt virkið arbeiðspláss við góðum starvsfelagum,
har tú fært møguleika at seta tín egna dám á.
Uppgávur:
• Reingerð av handli, kaffistovu, skrivstovu og wc.
• At gera lættari miðmála til uml. 12 fólk skiftandi millum
breyð og pálegg og heitan mat v/salati.
Hevur hetta tín áhuga, set teg í samband við Bjørghild á tel. 237269 ella
t-post: bjorghild@borg.fo
Vit ynskja at tú byrjar sum skjótast.