Nú hevur tú møguleika at blíva partur av einari spennandi fyritøku í stórari menning, saman við góðum starvsfelagum.
Kundi tú hugsað tær at komið við í okkara toymi?
Borg søkir eftir 2 lærlingum sum søluatstøðingar í timburdeildini, har annar skal arbeiða í Borg Runavík og hin í Borg Tórshavn.
VIT VÆNTA AT TÚ:
- Hevur prógv frá miðnámsskúla
- Ert søluáhugað/ur
- Álítandi og dugir at taka ábyrgd
- Hevur góðan KT førleika
- Ert skipað/ur og fjølbroytt/ur
- Hevur lætt við at samskifta við fólk
ARBEIÐIÐ UMFATAR:
Í lærutiðini lærir tú alt um sølu, innkeyp, bílegging av vøru og kundarøkt.
Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við allar deildir okkara.
Skúlagongdin er í Danmark og kemur tú tí at ferðast til Danmarkar 6 ferðir í lærutiðini.
Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum.
Ert tú klár/ur til nýggjar avbjóðingar?
LÆRUPLÁSSINI VERÐA SETT SKJÓTAST GJØRLIGT.
Skunda tær og send okkum tína umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum til hr@borg.fo og viðmerk “lærupláss”.
Ynskir tú at frætta nærri um starvið, kanst tú seta teg í samband við Danny Kechtan á tlf. 237240 ella Kára Hansen á tlf. 237286.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.