This is custom heading element
Vit verða í Suðuroy í vikuskiftinum
29. – 30. apríl 2022
Sum heildarveitar í byggivinnuni til bæði vinnu og privat, royna vit altíð at røkka so langt út sum gjørligt. Tá er ikki bara talan um vøruúrval, men eisini kundar. Og tá tað enn ikki er koyrandi til Suðuroynna, so vilja vit gera okkara fyri, at vit eisini kunnu veita kundum fyri sunnan eina góða tænastu. Og við tí fyri eyga, senda vit tveir køksseljarar suður til Tvøroyrar í døgunum 29. og 30. apríl. Vit vera at finna í fundarhølinum á Hotel Tvøroyri, har tit eru hjartaliga vælkomin at detta inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt óbindandi prát.
Fyri at tilrættileggja dagarnar best møguligt, so ynskja vit, at kundar, ið ynskja konkret tilboð, seta seg í samband við okkara køksseljarar longu nú. Hetta fyri at alt tað praktiska kann avgreiðast áðrenn vit møtast. Á tann hátt kunnu vit bæði leggja dagin til rættis og fáa innsamlað alla neyðuga kunning áðrenn fundin.
Hevur hetta tín áhuga, so set teg í samband við okkara køksseljarar á tlfnr 237245/237250 ella send ein teldupost á kokar@borg.fo.
Fá íblástur á designa.dk