Goymslufólk/bilførari til Borg Tórshavn
Borg hevur brúk fyri einum goymslufólki til deildina í Tórshavn.
Arbeiðið er á goymsluni og umfatar klárgering av bíleggingum og útkoyring av vørum og ikki minst eina góða tænastu til kundarnar.
Arbeiðið er kropsligt krevjandi.
Vit vænta
At tú ert ágrýtin og ikki bangin fyri at bretta uppum ermar í einum umhvørvi, har nógv er at gera, og har alt til tíðir hendir skjótt.
Gott hevði verið, um tú hevur royndir innan goymsluarbeiði, tó ikki ein treyt.
- At tú hevur vanligt koyrikort
(Stóra koyrikortið og koyrikort til trukk er ein fyrimunur, men ikki eitt krav) - At tú ert fúsur at arbeiða yvirtíð
- At tú ert álítandi, røkin, fyrikomandi og arbeiðir skipað
Borg hevur eitt toymi á 69 fólk við timbur-, amboðs- og køksdeild, har allar deildir dagliga hava tætt samstarv.
Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har nógv verður gjørt fyri trivnaðin, har dagarnir eru ymiskir, og ferðin kann verða nógv.
Kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi? 😊
Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreitir eru eftir avtalu.
Starvsbyrjan er skjótast gjørligt, men við bíða fegin eftir tí rætta.
Um hetta er nakað fyri teg, send eina umsókn til Leonu Nilssen, HR-leiðara, á mail hr@borg.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Danny Kechtan, deildarleiðara í Borg Tórshavn á tel. 237240.
Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.