Myndir
FaaBorg’26
Brellbiti #7 – Tað nærkast✈️🚌
Nú er bert ein vika til fráferð!
Fráferð úr Føroyum
Bussur heintar okkum:
- Klaksvík (við Sandin) kl. 05.00
- Glyvrar kl. 05.30
- Tórshavn kl. 06.00
Síðani koyra vit vestur á flogvøllin✈️
Í Danmark stendur bussur klárur í Kastrup og koyrir okkum víðari til Faaborg.
Heimferðin
Vit fara úr Faaborg sunnudagin kl. 09.30 og brúka síðani restina av degnum í Konganna Keypmannahavn.
Her verður møguleiki fyri shopping, ein túr í býnum ella bara at njóta tað, sum stórbýurin hevur at bjóða – tit avgera sjálvi.
Vit møtast aftur í Kastrup kl. 16.35
Flúgva heim kl. 18.35✈️
Bussur bíðar eftir okkum í Føroyum, tá vit eru heimafturkomin.
Niðurteljingin er byrjað! 👀







