Myndir
FaaBorg’26
Brellbiti #6 – Hugni & fríløta🍹🌞
Leygardagin aftaná aktivitetirnar, uml. kl. 15, seta vit ferðina niður og fara yvir í hugna og fríløtu fram til kl. 19.
Strandbarin er opin, og tað verður góður møguleiki at slappa av, fáa nakað gott at drekka og njóta stemningin saman. Eisini verður møguleiki fyri spølum og øðrum uttandura hugna – so her er okkurt fyri øll.
Meira um túrin kemur í næsta brellbita, sum eisini verður tann seinasti…👀





