Vit eru sera errin av okkara Danny
Vit í P/f Borg eru sera errin av okkara Danny Kechtan, sum fríggjadagin 30. januar fekk herðaklappið til millumleiðaran 2026 á árliga Leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri.
Danny byrjaði í Borg í 2012 og hevur staðið sína læru sum søluatstøðingur her í Borg. Tá Havnar Timburhandil í 2018 gjørdist partur av Borg, tók Danny við sum deildarleiðari í Tórshavn. Danny hevur síðani tá staðið á odda fyri Borg í Tórshavn og hevur verið ein týdningarmikil partur av okkara menning og dagliga arbeiði.
Hetta herðaklappið er ein væl uppiborin viðurkenning av hansara stóra innsatsi, og vit ynskja honum hjartaliga til lukku og takka fyri alt tað, hann ger fyri Borg.



