Sølu- og gjaldstreytir

Flutningur
  • Vit koyra vøru út sambært fastlagdari rutu. Tað er tó treytað av, at bilførari okkara metir, at flutningsleiðin er vandaleys.

  • Kostnaður fyri hvørja útkoyring er pr. 01. mai 2023, kr. 200,00 v/mvg.
Sølutreytir
  • Øll søla er kontant um ikki onnur avtala er gjørd.
Gjalding
  • Um avtalað verður, at keypið skal gjaldast seinni, eru stundisligar gjaldstreytir vanliga: Netto 14 dagar.
  • Um stundislig gjalding ikki verður hildin, verður renta roknað av ágóðanum við 2% pr. byrjaðan mánaða. Rentan verður tilskrivað fyri hvønn mánaða av tí til eina og hvørja tíð rentuverandi saldo íroknað møguligum fyrr tilskrivaðum rentum og rykkjaragjøldum.

  • Um stundislig gjalding ikki verður hildin sendur P/F Borg rykkjara, og er kostnðurin hjá kundanum fyri hesar rykkjarar: 1. rykkjari kr. 50,00 – 2. rykkjari kr. 100,00 – 3. rykkjari kr. 200,00. Um ágóðin framvegis ikki er goldin eftir 3. rykkjarin, verður málið sent til sakførara til innheintingar.

  • Forútgjalding: Um kundi ynskir at keypa vøru sum ikki er goymsluvøra, krevst 1/3 í forútgjalding áðrenn vøran verður bíløgd, 1/3 áðrenn vøran verður leverað og 1/3 sambært omanfyristandandi gjaldstreytum.

  •  Trygd frá peningastovni: Um P/F Borg metir tað neyðugt, verður trygd frá peningastovni kravd.

  • Vøran er ogn hjá P/F Borg til upphæddin er goldin.
Returvøra
  • Vørur verða bert tiknar retur sambært frammanundan gjørdari avtalu í hvørjum einstøkum føri. Vørurnar skulu verða óbrúktar, lýtaleysar og í upprunaligari innballing. Vørur, ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan, verða ikki tiknar retur.
  • Fyri at veita trygd fyri at vøran er keypt frá okkum, skal fakturin upp á vøruna leggjast fram av keyparanum, tá vøra verður latin retur.
  • Góðkendar returvørur verða góðskrivaðar við frádrátti av minst 10% av fakturaprísi.

  • Keyparin má beinanvegin, hann hevur fingið tilfarið, og áðrenn tað verður tikið í nýtslu, kanna veittu vørurnar, fyri at tryggja sær, at hesar eru lýtaleysar. Endurgjaldskrøv fyri vansar, herundir mongdarmun, ið er ella átti at verði funnin við slíkari kanning, mugu verða sett fram beinanvegin, og seinast 8 dagar aftan á at tilfarið er veitt á pláss keyparans, fyri at kunna verða góðtikin.
    Vit átaka okkum onga endurgjaldsábyrgd fyri ófullfíggjaðar vørur ella skaðar, orsakað av óhóskandi/skeivari nýtslu av tilfarinum, somuleiðis sum heldur ikki kann áleggjast okkum endurgjaldsábyrgd fyri støddar og litmun í t.d. veggja-, gólv-, lofts-, og fasaduklædningi, umframt hurðum og skápum. Keyparin má tí áðrenn nýtsla av tilfarinum, tryggja sær, at óynskt frábrygdi í liti og stødd ikki eru til. Frávik í mun til sýnislutir átaka vit okkum onga ábyrgd fyri.
Avgreiðslugjald 
  • Um avtalað verður, at keypið skal gjaldast seinni, og rokningin verður útskrivað og send við postinum, verður eitt avgreiðslugjald á kr. 18,75 lagt afturat hvørjari rokning. Avgreiðslugjaldið verður ikki lagt afturat, um rokningar verða sendar við telduposti sum pdf.
Tilboð
  • Tilboð eru galdandi 30 dagar frá tilboðsdato.