Leys størv

Á hesi síðuni sært tú tey størv, ið eru leys at søkja hjá P/F Borg.

Borg er ein spennandi fyritøka í støðugari menning, við deildum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn.

Óansæð hvat starvsheitið í Borg er, kunnu vit bjóða okkara starvsfólki:

  • eitt arbeiðspláss við nógvari ferð og spennandi avbjóðingum.
  • góðar møguleikar fyri at menna teg fakliga og persónliga.
  • eitt jaligt og óformelt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfelagum.

Sjálvboðin umsókn
Vit ynskja altíð at frætta frá fólki, sum hava ynskja at vera við í okkara toymi. Send okkum eina sjálvboðna umsókn, tí so ert tú longu væl á veg. Vit leggja stóran dent á, at umsóknin myndar teg sum persón, umframt at upplýsa hvørjar royndir tú hevur, og hvat títt áhugaøki er.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær. Send umsókn og CV við telduposti til borg@borg.fo

Samtykki til viðgerð av persónsupplýsingum
Tá tú sendir okkum eina umsókn, góðtekur tú, at vit varðveita og viðgera tær upplýsingar, tú letur okkum, í 12 mánaðir.