Nýtt lív á terassuna
Terassan er ikki bara staðið, har vit hittast fyri at hugna okkum, tá veðrið er gott. Her er eisini møguleikin at binda innandura heimið við uttandura rúmið. Hugnin og hitin við einari timbur terassu ella kanska betongsteinar, ið líkjast marmori.
Tú veit best, hvat ið hóskar best. Les meira og fá íblástur til tína terassu.
Fá íblástur til hvussu tú velur tilfar sum terassan skal vera gjørd av – skal hon vera úr træ ella betonflisum?
Eitt gott ráð er at hugsa um terassuna sum enn eitt rúm í húsinum, og soleiðis fáa hana at hóska til hini rúmini í stíli. Terassan skal vera sum eitt framhald av rúminum, ið førir til hana.
Træterassa í fjálgum og nátúrligum stíli
Siðbundna terassan við træfjalum er nakað heilt serligt. Hon fær norðurlendska huglagið fram. Nátúrligu og avdempaðu litirnir gera, at terassan gerst ein nátúrligur partur av garðinum. Ein terassa úr træ klæðir serliga væl gomlum húsum, men nýggj hús fáa eisini ein fjálgan hita og glóð, tá tey eru umgird av træ.
Til ber at velja træterassu úr ymiskum træslag, ið hava varierandi góðsku og litbrigdi. Ofta loysir tað seg at velja træ av hægri góðsku, tí hetta krevur minni viðlíkahald. Ger tær nakrar tankar um, hvat úttrykk terassan skal hava, og hvørja góðsku træið skal vera í.
Flísar eru nýggi klassikarin
Byggir tú nýtt, eru kvadratisku flísarnir í 30×30 ein klassikari. Teir tryggja tær eitt modernað úttrykk uttandura við sínum kláru og skørpu linjum. Fert tú eftir einum enn meira minimalistiskum stíli, er eitt djarvt og flott val at brúka svartar steinar.
Til ber eisini at dempa fýrakantaða úttrykkið við avlongum flísum í 30×60. Hetta varveitir ráa, norðurlendska stílin, og hóskar væl til tín, ið ynskir at húsi hevur sjarmu og ikki ov nógvar kantar.
Skal terassan hava enn meira sjarmu, eigur tú at umhugsa strukturflísar. Hesar kenna vit úr suðurlondum, og teir leiða tankarnar til sól, summar og pálmatrø. Dámar tær væl grønar, frískar plantur, fært tú givið tínum húsi eitt friðsælt, suðurlendskt friðskjól.
Betongflísar við marmor looki
Um hvørgin av klassikarunum træ ella flísar eru akkurát tú, eru nýggju IBF betongsteinarnir eisini ein møguleiki. Í røðini marbleline er uttasta lagið av betong í tveimum litum, sum ger at flísarnir fáa eitt marmor look. Hetta slagið av flísum hóskar serliga væl til tey meira eksklusivu húsini, tí hetta slagið av flísum kann framheva góðskuna á húsinum.
Lat okkum hjálpa tær at velja
Ert tú í iva um, hvat slag ella hvør litur hóskar best til júst tíni hús, vegleiða vit tær fegin. Støkk inn á gólvið á tínum nærmasta Borg handli og fá eitt óbindandi prát.