Nógvir fyrimunir eru við at velja LED ljós.
Ein fyrimunur við LED perum er at tær halda munandi longri enn vanligar gløði- og halogenperur. Ein LED pera heldur vanliga í 15 – 25 ár, meðan ein vanlig gløðipera, sjáldan heldur longri enn eitt ár.
Livitíðin er sjálvandi treyta av, hvussu nógv peran verður brúkt. Men ein LED pera lýsur vanliga í minst 15.000 tímar, meðan ein vanlig pera lýsur í áleið 1.000 tímar. Keypir tú eina av hágóðsku LED perunum, kann hon lýsa upp til 50.000 tímar, ella áleið 50 ár við vanligari nýtslu.
Tá tú velur LED perur
LED perur fáast í nógvum sløgum, við at spyrja okkum tryggjar tú tær, at tú fært peruna í røttum dimensiónum og við rætta festinum til júst tína lampu.
Skilagott er eisini, at kanna, litbrigdi, ljóslist og lumen, so tú fært eina peru, ið gevur tað ljós, ið tú ynskir.
Litbrigdi verður mált á Ra-indeksinum, og ein pera við góðum litbrigdi liggur á minst 85-90 Ra. Ljósliturin verður máldur í Kelvin. Sum er ein neyvari máti at lýsa, tað, ið nógv kalla heitt, neutralt ella kalt ljós. Heitt ljós fært tú við at velja ljós við Kelvin-virði á 2.700-3.300 ella lægri. Neutralt ljós liggur millum 3.300-5.000 Kelvin, og kalt ljós fæst við hægri enn 5.000 Kelvin. Lumen vísur hvussu orkugóð peran er.
Um tú velur eina LED-peru til lampu, har ljósið kann dempast, er møguleiki fyri, at peran ikki riggar til ljósdemparar, ið eru ætlaðir til halogen- og gløpðiperur. Tá kann verða neyðugt at keypa ein nýggjan ljósdempara, ið riggar til LED.