Søgan
Søgan um P/f BORG
Oktober 2005 keyptu Jónsvein Knudsen og Rodmundur Nielsen P/f Højgaards Handilsvirki.
15. mai 2006 keypti sama felag Klaksvíkar Timburhandil og P/f Klement Petersen í Saltangará.
September 2007 vóru tey trý feløgini, Højgaards Handilsvirki, Klaksvíkar Timburhandil og Klement Petersen, savnað undir sama navni, P/f BORG. Í hesum sambandi kom Jóhannus Danielsen eisini við sum eigari.
Navnabroytingin til P/f BORG varð gjørd, fyri at fyritøkan skuldi fáa eitt felags andlit úteftir, og fyri at savna alt virksemið í sama felag.
Fram til 1. august 2011 áttu Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen ognarlut í felagnum.
Frá 1. august 2011 broyttist ognarluturin, og Rodmundur Nielsen gjørdist einsamallur eigari av P/f BORG.
14. desember 2018 yvirtók P/F BORG fyritøkuna Havnar Timburhandil í Tórshavn, og fekk hon tá eisini navnabroyting til BORG.
Timburhandilin, P/f BORG, er í dag heildarveitari innan byggivinnuna, við deildum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn.
XL BYG
P/f BORG er parteigari í XL Byg í Danmark, sum er ein innkeypsfelagsskapur fyri sjálvstøðugar timburhandlar í Føroyum og Danmark.
Søgan um Højgaards Handilsvirki P/f
1906 stovnaði Dánial Petur Højgaard, á Toftum, Fa. D. P. Højgaard.
Tá ið hann doyði, broyttist navnið til D. P. Højgaards Enke.
Synirnir, Hans Olivur og Ingvard Højgaard, yvirtóku fyritøkuna. Tá broyttist navnið aftur, og kallaðist nú Fa. D. P. Højgaards Eftf. Tað gjørdist tá eitt av størstu reiðara- og handilsvirkjum í Føroyum.
1953 bygdu D. P. Højgaards Eftf. Timburhandilin í Runavík. Højgaards Handilsvirki átti timburhandilin, og var eisini reiðaravirki til 1976.
1969 varð felagið býtt sundur í tvey partafeløg, P/f Højgaards Eftf., Toftir, og P/f Højgaards Handilsvirki, Saltangará. P/f Højgaards Handilsvirki var ein privat fyritøka. Fyrsti stjórin var stovnarin, Ingvard Højgaard.
Tá Ingvard Højgaard doyði, tók versonurin, Hans Jacob Hansen, við stjórastarvinum.
Frá at vera eitt reiðaravirki og handilsvirki, er fyritøkan í dag ein timburhandil.
Søgan um P/f Klement Petersen
1977 varð P/f Klement Petersen stovnað.
Tað vóru Klement Petersen og sonurin, Símun Mittún, sum stovnaðu partafelagið, við Símuni Mittún sum stjóra, og nøkur ár seinni bygdu teir handilsbygningin við Heiðavegin.
í ár 1900 byrjaði Pápi Klement, Ole Carl Petersen, longu at keypa og selja sild.
Umleið 30 ár seinni helt Klement Petersen áfram við hesum virksemi, samstundis sum hann var bóndi, og seldi motorar.
Undir krígnum kom steðgur í, men eftir kríggið helt hann áfram við at keypa sild, salta hana og selja til útlandið.
Í 1956 byrjaði hann eisini at selja spreingievni og ymiskt byggitilfar.
Fyrst í 70’unum gjørdist ov trongligt á Selatrað. Tá flutti Klement Petersen í gomlu húsini á Høgabóli í Saltangará við øllum sínum virksemi.
Søgan um P/f Klaksvíkar Timburhandil
Klaksvíkar Timburhandil varð stovnaður í 1930. Tað var P/f J. F. Kjølbro, sum stovnaði Timburhandilin.
Timburhandilin helt til á Varpinum øll árini til 1988, tá J. F. Kjølbro lat nýggjan Timburhandil byggja norðuri á Stongunum og eina goymsluhøll uppi á Borðoyavík.
Timburhandilin á Varpinum brann í grund 2. oktober 1988. Óvist er hví, men hildið varð, at skamlop var orsøkin. Tá var høllin á Borðoyavík liðug, og alt virksemið varð flutt niðan hagar.
5. desembur 1988, sama ár, kundi Timburhandilin lata snotiligan handil upp á Stongunum. Stórur munur var at flyta frá Varpinum og norður á Stengurnar. Størsta broytingin var, at nýggi handilin er ein sjálvtøkuhandil. Tøkniliga var eisini stór broyting við teldum, trukkum og øðrum. Hølini vóru eisini meira tíðarhóskandi, og plássið gjørdist nógv størri.
20. desember 1994 bleiv Klaksvíkar Timburhandil seldur til Jógvan, Petur Hans og Símun á Høvdanum.
12. oktober 2005, keyptu Eivind Jacobsen og Símun Mittún timburhandilin, hesir valdu síðani at selja Timburhandilin aftur tann 15. mai 2006.
Søgan um P/f Havnar Timburhandil
1928 stovnaði H.C. Andreasen, byggimeistari, saman við øðrum, Havnar Timburhandil.
Ein timburhandil við tilfari til byggjaríið, sum av álvara var komið í gongd tá. Væl gekst við Timburhandlinum, og tað var skjótt, at honum fór at tróta pláss. Tí reistu teir ein nýggjan handil á Eystaru Bryggju í 1933. Tann nýggi timburhandilin var 400 fermetrar tilsamans, og kostaði 6000 krónur.
Havnar Timburhandil vaks við framgongdini í byggjarínum, sum var mest sum um alt landið, og í 70´unum flutti fyritøkan í ein nýggjan bygning á Hálsi, ið var tilsamans 3600 fermetrar, við tilhoyrandi øki uppá 8500 fermetrar uttanum, har pláss var fyri eitt nú timburgoymslu.
1988 bygdi Havnar Timburhandil ein stóran bygning afturat á Hálsi, ætlanin var at opna ein byggimarknað, men av tí at Timburhandilin brendi í 1989, og tíðirnar eftir tað gjørdust so ringar í nítiárunum, læt byggimarknaðurin ikki upp fyrr enn í 2004.
2004 fekk Byggimarknaðurin tá navnið 2×3, og var størsti byggimarknaður í Føroyum við einum sera breiðum úrvali av vørum til heimið.
Havnar Timburhandil hevði fleiri deildir runt um í landinum, eitt nú á Kambsdali, í Vestmanna og á Sandi.
Desember 2018 yvirtók P/F Borg øll partabrøvini í Havnar Timburhandil.