Fólk til Køksdeildina í Havn


SØLUFÓLK TIL KØKSDEILDINA Í HAVN

Køksdeildin er í stórari menning, og vit hava tí brúk fyri einum sølufólki/køksráðgevara sum hevur hug til at gera mun. Tú fært ein øðrvísi gerandisdag, har ikki ein dagur er líka, og tú fært møguleika at seta tín egna dám á.

VIT VÆNTA :

At tú hevur gott hugflog, ert góð/góður til at innrætta og leggja fram hugskot og uppskot.
At tú skilur týdningin av at gera kundan nøgdan, at ganga dreyminum og hugskotinum á møti.
At tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, og hevur viljan til at skapa góð úrslit. At tú arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum. Ert tú klár/ur til nýggjar avbjóðingar? Og kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?

Send eina umsókn til:
Borg att: Danny Kechtan Falkavegur 4 100 Tórshavn ella á t-post: danny@borg.fo Ynskir tú at vita meira um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Danny Kechtan tel. 237240 ella t-post: danny@borg.fo
Freistin at søkja er: Hósdagin 16. januar 2020