Borg setur 2 lærlingar í starv …skal tað vera tú?

Lærlingar til Borg

Ein til byggibúðina í Tórshavn og

Ein til timburdeildina í Runavík

Lærlingur í Borg
Sum lærlingur í Borg kemur tú eitt fet nærri eini útbúgving
við góðum framtíðarmøguleikum.
Ein útbúgving í Borg gevur tær eitt arbeiði og eina
framtíð saman við menniskjum og spennandi avbjóðingum.

Vit tryggja, at tú fært nógvar avbjóðingar, sum menna
teg bæði persónliga og fak­liga, og fyrireika teg til
eitt spennandi lív í handilsgreinini.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi,
spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum.

Fjølbroyttur gerandisdagur
Hjá Borg kanst tú millum annað arbeiða við sølu,
útrokning av tilboðum, lating og klárgering av tilfari
og ráðgeving til kundar.

Borg hevur eitt toymi á 68 folk við timbur-, amboðs- og køksdeild,
har allar deildirnar dagliga hava eitt tætt samstarv.

Hevur tú HH/Búskaparbreyt ella FHS, ert jalig/ur,
hevur lætt sinni og ert áhugað/ur í at arbeiða og læra,
so send okkum eina umsókn.

Freistin at søkja er hósdagin 20. mai 2021.

Vit bíða fegin eftir rætta lærlinginum til at byrja í summar 2021.

Ynskir tú at vita meira um læruplássini, ert tú vælkomin 

at seta teg í samband við Leonu Nilssen,  á telefon 237295 ella

t-post hr@borg.fo

Send umsókn til:

Borg XL Byg

Fjøruvegur 5

620 Runavík

Att: HR deildin

Ella á t-post: hr@borg.fo