Goymslufólk

 

Brúk er fyri goymslufólki og bilførara til deildina í Tórshavn. Arbeiðið umfatar fyri tað mesta kundatænastu, klárgering av bíleggingum og útkoyring av vøru.

VIT VÆNTA At tú hevur lætt sinni, ert jalig/ur, ágrýtin og kundavinarlig/ur.
Vit vænta, at tú hevur koyrikort, helst eisini stóra koyrikortið til bilførarastarvið og ert opin fyri at arbeiða yvirtíð. Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.
Borg hevur eitt toymi á 60 fólk við timbur-, amboðs- og køks deild, har allar deildirnar dagliga hava eitt tætt samstarv.

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðspláss, har dagarnir eru ymiskir, og ferðin kann verða nógv. Kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi? Send eina umsókn til:
Borg att: Danny Kechtan Falkavegur 4 100 Tórshavn ella á t-post: danny@borg.fo Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Danny Kechtan tel. 237240 ella t-post: danny@borg.fo
Størvini verða sett, so skjótt skikkaðir umsøkjarar eru funnir