Søgan

BORG P/F
Hin 21. september 2007 vóru allar tríggjar fyritøkurnar, Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík, samlaðar undir einum navni, Borg. Hetta varð gjørt, fyri at fyritøkan skal hava eitt felags andlit úteftir, og fyri at savna alt virksemi í sama felag.
Tey trý feløgini, P/F Højgaards Handilsvirki, P/F Klement Petersen og P/F Klaksvíkar Timburhandil, eru sostatt nú í einum felag undir navninum P/F Borg. Tað er P/F KN, sum eigur P/F Borg. Fram til 1. august 2011 áttu Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen felagið.
Frá 1. august 2011 gjørdist Rodmundur Nielsen einsamallur eigari av P/F Borg.Í oktober 2005 yvirtók P/F KN partabrøvini í P/F Højgaards Handilsvirki. Í mai 2006 keypti felagið Timburhandilin í Klaksvík og P/F Klement Petersen í Saltangará.Fyritøkan Borg er í dag eitt handilsvirki við deildum í Runavík og Klaksvík.
 
Højgaards Handilsvirki P/F
Í 1906 stovnaði Dánial Petur Højgaard á Toftum Fa. D.P.Højgaard. Tá ið hann doyði, broyttist navnið til D.P. Højgaards Enke. Tá ið synirnir, Hans Olivur og Ingvard Højgaard, yvirtóku fyritøkuna, broyttist navnið aftur og kallaðist nú Fa. D. P. Højgaards Eftf. Tað gjørdist tá eitt av størstu reiðara- og handilsvirkjum í Føroyum.Í 1953 bygdu D.P. Højgaards Eftf. Timburhandilin í Runavík. Højgaards Handilsvirki átti timburhandilin og var eisini reiðaravirki til 1976.Í 1969 varð felagið býtt sundur í tvey partafeløg, P/F Højgaards Eftf. Toftir og P/F Højgaards Handilsvirki Saltangará.
P/F Højgaards Handilsvirki var ein privat fyritøka. Fyrsti stjórin var stovnarin Ingvard Højgaard. Tá Ingvard Højgaard doyði, tók versonurin Hans Jacob Hansen við stjórastarvinum. Frá at vera eitt reiðaravirki og handilsvirki, er fyritøkan í dag eitt handilsvirki undir felagnum P/F Borg.
 
P/F Klement Petersen
P/F Klement Petersen varð stovnað í 1977. Tað vóru Klement Petersen og sonurin Símun Mittún, sum stovnaðu partafelagið.Pápi Klement, Ole Carl Petersen, byrjaði longu í ár 1900 at keypa og selja sild. Umleið 30 ár seinni helt Klement Petersen áfram við hesum virksemi, samstundis sum hann var bóndi og seldi motorar. Undir krígnum kom steðgur í, men eftir kríggið helt hann áfram við at keypa sild, salta hana og selja til útlandið. Í 1956 byrjaði hann eisini at selja spreingievni og ymiskt byggitilfar.
Fyrst í 70’unum gjørdist ov trongligt á Selatrað. Tá flutti Klement Petersen í gomlu húsini á Høgabóli í Saltangará við øllum sínum virksemi. Partafelagið varð stovnað í 1977 við Símuni Mittún sum stjóra, og nøkur ár seinni bygdu teir handilsbygningin við Heiðavegin.Í mai 2006 keypti P/F KN felagið P/F Klement Petersen.
 
P/F Klaksvíkar Timburhandil
Klaksvíkar Timburhandil varð stovnaður í 1930. Tað var P/F J.F. Kjølbro, sum stovnaði Timburhandilin.
Timburhandilin helt til á Varpinum øll árini til 1988 tá J.F. Kjølbro lat nýggjan Timburhandil byggja norðuri á Stongunum og eina goymsluhøll uppi á Borðoyavík.Timburhandilin á Varpinum brann í grund 2. oktober 1988. Óvist er hví, men hildið varð, at skamlop var orsøkin. Tá var høllin á Borðoyavík liðug, og alt virksemið varð flutt niðan hagar. Longu 5. desember sama ár kundi Timburhandilin lata snotuligan handil upp á Stongunum. Stórur munur var at flyta frá Varpinum og norður á Stengurnar. Størsta broytingin var, at nýggi handilin er ein sjálvtøkuhandil. Tøkniliga var eisini stór broyting við teldum, trukkum og øðrum. Hølini vóru eisini meira tíðarhóskandi, og plássið gjørdist nógv størri.Tann 20. desember 1994 bleiv Timburhandilin í Klaksvík seldur til Jógvan, Petur Hans og Símun á Høvdanum. Teir áttu Timburhandilin til 12. oktober 2005, tá Eivind Jacobsen og Símun Mittún keyptu hann. Hesir valdu at selja hann aftur tann 15. mai 2006 til Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen.
Borg í Runavík
Fjøruvegur 5
620 Runavík
tel 477272, fax 477297
Borg í Klaksvík
Stangavegur 5
700 Klaksvík
tel 455149, fax 457349
Upplatingartíðir
Timburdeildirnar
mán-frí 08.00 – 17.00
leyg 10.00 – 13.00
Amboðsdeildirnar
mán-frí 08.00 – 17.30
leyg 10.00 – 13.00
borg-xlbyg-logo