Kaj Højgaard 50 ár

Kaj Højgaard 50 ármedalja

Í dag 10. juli kl. 15, fekk Kaj Højgaard av Toftum handaða ”Den Kongelige Belønningsmedalje” frá Hendes Majestæt Drotning Margrethu II, fyri góða og trúgva tænastu. Í hesum sambandi vóru familja, starvsfelagar og viðskiftafólk møtt upp til handanina.

Kaj hevur starvast hjá p/f BORG f.Højgaards Handilsvirki í 50 ár. Sjálvur 50 ára dagurin, varð hildin við stórari móttøku á
BORG tann 29. mai.

Kaj arbeiðir framvegis nakrar tímar um vikuna hjá BORG og hann er altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, um tað skuldi staðið
á…

Tað var borgarstjórin í Nes kommunu og fyrrverandi starvsfelagin í BORG, Jóhannus Danielsen, sum handaði Kaj medaljuna.