Goymslufólk til Runavík

BORG Í RUNAVÍK SØKIR EFTIR
GOYMSLUFÓLKI

 

Gómslufólk /bilførari
Brúk er fyri einum goymslufólki/bilførara til deildina í Runavík.
Arbeiðið verður á goymsluni og umfatar fyri tað mesta kundatænastu,
klárgering av bíleggingum og útkoyring av vøru. Arbeiðið er kroppsligt krevjandi.

Vit vænta
At tú hevur lætt sinni, ert jalig/ur, ágrýtin og kundavinarlig/ur

Hevur koyrikort til lastbil, ert opin fyri at arbeiða yvirtíð.

Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

 

Borg hevur eitt toymi á 40 fólk við timbur-, amboðs- og køks­deild,
har allar deildirnar dagliga hava eitt tætt samstarv.
Vit bjóða eitt spennandi arbeiðspláss, har dagarnir eru ymiskir og
ferðin kann verða nógv.
Kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi? Send eina umsókn til:

 

Borg
att: Kári Hansen
Fjøruvegur 5
620 Runavík
ella á t-post: kari@borg.fo

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Kára Hansen tel. 237286 ella t-post: kari@borg.fo

 

Freistin at søkja er:
Mánadagin 4. juni 2018