Tíðindi

Handilslærlingur til Borg í Klaksvík

BORG Í KLAKSVÍK SØKIR Handilslærling Byrja tína yrkisleið sum handilslærlingur. Býr eitt sølufólk í tær, og kanst tú tryggja at okkara kundar altíð fáa eina góða uppliving? Amboðsdeildin Læruplássið verður í amboðsdeildini í Klaksvík. Vit bjóða eitt spennandi lærupláss, har ferðin kann verða nógv og dagarnir ymiskir. Hevur tú HH/Búskaparbreyt ella FHS, ert jalig/ur, hevur lætt sinni og ert áhugað/ur í at arbeiða og læra, so send okkum eina umsókn. Freistin at søkja er hósdagin 2. august 2018. Nærri upplýsing um læruplássið fæst við at seta seg í samband við Bjørghild ... Read more

Ársins XL-BYG Byggibúð kosin

    Ársins XL-BYG® Byggibúð kosin   Ársins XL-BYG Byggibúð 2017 er júst kosin á einum stórum tiltaki í kendu byggiketuni. XL-BYG BORG í Føroyum fekk tann mæta heiður at fáa heitið. Handilin bleiv heiðraður við einum kekki áljóðandi kr. 10.000 og einum flottum heiðursprógvi sum váttan uppá 1. plássið.   Hvørt ár samlast eigararnir av størstu byggiketuni í Danmark og Føroyum, XL-BYG, og kjósa avíkavist ársins byggibúð og ársins handverkarabúð. Valið er grundað á nakrar mátingar av handlunum í ketuni, har góð kundatænasta, faklig ráðgeving og ... Read more

Borg Runavík hevur fingið nýggja fasadu

Read more

Hans Jákup á Reynatrøð fingið prógv sum handilslærlingur.

Hósdagin 17. aug 2017 fekk Hans Jákup á Reynatrøð prógv sum handilslærlingur. Hans Jákup hevur staðið í læru í Borg í Klaksvík seinastu 3 árini, og hann heldur fram í starvi í Borg, sum sølumaður. Vit ynskja Hans Jákupi hjartaliga tillukku við próvnum. Read more

Borg bjóðaði kundunum til kunnandi fund um nýggju byggilóggávuna og byggikunngerðina.

Borg bjóðaði kundunum til kunnandi fund um nýggju byggilóggávuna og byggikunngerðina. Tað vóru áleið 40 handverkarar tilsamans til kunnandi fundirnar, sum Borg skipaði fyri í Klaksvík og Runavík hósdagin 20. apríl   Borg hevði heitt á Ólav Jóanesarson Hansen, Løgfrøðing hjá Landsverk og Eyðfinn Lenvig frá J&K Petersen, til at kunna um nýggju byggisamtyktina Read more

Tunnilsbyrjan Eysturoyartunnilin

So er fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin skotið. Vit ynskja øllum góða eydnu við arbeiðnum. Read more

30 ára starvsdagur í BORG

Malan Simona Petursdóttir hevur í dag 1.juli.2016 starvast í bókhaldinum í fyritøkuni í 30 ár. Read more
Kaj Højgaard 50 ár

Kaj Højgaard 50 ár

Í dag 10. juli kl. 15, fekk Kaj Højgaard av Toftum handaða ”Den Kongelige Belønningsmedalje” frá Hendes Majestæt Drotning Margrethu II, fyri góða og trúgva tænastu. Í hesum sambandi vóru familja, starvsfelagar og viðskiftafólk møtt upp til handanina. Kaj hevur starvast hjá p/f BORG f.Højgaards Handilsvirki í 50 ár. Sjálvur 50 ára dagurin, varð hildin við stórari móttøku á BORG tann 29. mai. Kaj arbeiðir framvegis nakrar tímar um vikuna hjá BORG og hann er altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, um tað skuldi staðið á… Tað var borgarstjórin í Nes ... Read more

Danny Kechtan fingið lærubræv

Danny Kechtan varð mánadagin 30. mars avlærdur í timburdeildini hjá Borg í Runavík. Lærumeistari hevur verið Kári Hansen. Rodmundur Nielsen, stjóri í Borg, handaði Danny lærubrævið. Borg ynskir Danny Kechtan hjartaliga tillukku! Read more